Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða sum vanligt

Jákup Ósá

Ímorgun eru fólk til arbeiðis í frystihúsinum og á goymsluni hjá Faroe Ship sum vanligt. Menn eru longu farnir í holt við at umvæla skaðan eftir eldsbrunan á tekjuni. Mett verður at ein glóð hevur fest í meðan arbeitt var í gjárkvøldið at brenna tjørupapp á tekjuna.

Ímorgun eru fólk til arbeiðis í frystihúsinum og á goymsluni hjá Faroe Ship sum vanligt. Menn eru longu farnir í holt við at umvæla skaðan eftir eldsbrunan á tekjuni. Mett verður at ein glóð hevur fest í meðan arbeitt var í gjárkvøldið at brenna tjørupapp á tekjuna.

Eldur er í frystihúsinum í Norðhavnini í Ánunum.

Bilar frá sløkkiliðinum eru á staðnum, sum myndin vísir.

Vakthavandi hjá løgregluni sigur, at eldurin bleiv fráboðaður kl. 21.30. Í løtuni er tamarhald á støðuni og bæði sløkkilið og løgreglan er á staðnum. Tað er nógvur roykur í løtuni, sigur vakthavandi.

22.42: Eldurin er framvegis ikki sløktur siga keldur úr Ánunum. Fyri løtu síðani sóust flammur og sløkkiliðið arbeiðir framvegis við at sløkkja eldin. Óvist er, hvussu stórur skaðin er.

23.20: – Vit meta, at vit hava eldsbrunan undir kontroll í løtuni, sigur Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari í Klaksvík í stuttari viðmerking við Portalin.

Ein sløkkiliðsbilur við serligari útgerð at skera gjøgnum plátur, er komin allan vegin úr Fuglafirði í Ánirnar. Hann er í løtuni í ferð við at skera gjøgnum takpláturnar á stóra goymslubygninginum.

Við hesum ynskir sløkkiliðið at kanna, um tað framvegis kann loga millum “skins og hold”, skrivar Portalurin.


Kl. 23.45: Sløkkiliðs leiðarin Finn Hansen sigur, at tað í løtuni sær út sum, at eldurin er sløktur.

– Vit taka framvegis plátur av og hygja ímillum allastaðni, men vónandi er eldurin nú sløktur. Tað er ein tími síðani, at vit sóu eld, so vónandi koma vit ikki framá nakað. Arbeiðið við at kanna bygningin kemur nokk at taka tað mesta av náttini. Annars er tað bara takið, ið hevur fingið stórvegis skaða. Inni er nærum eingin skaði, sigur Finn Hansen við Norðlýsið fyri lítlari løtu síðani.