Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiða við at fáa felag til Kristian

Jákup Ósá

Umboðsmaðurin hjá NSÍ málverjanumsigur, at tað verður arbeitt hart fyri at fáa ein sáttmálauttanlands. Og í seinasta lagi í summar væntar hann, at tað hevureydnast.

Kristian Joensen hevur í vetur veriðfleiri ferðir í Danmark og royndarvant. Serliga AB og brøndby vóruuppá tal. Men tað endaði ikki við nøkrum sáttmála. Hans Jacobá Líknargøtu er umboðsmaður hjá Kristiani og hann sigur, at taðverður arbeitt hart fyri at finna felag.

– Flytingargluggin er ikki stongdur íÍslandi, Noregi og Svøríki, so har eru møguleikar. Tað er eisiniáhugi, men hann er ikki konkretur í løtuni. Í Danmark er hannblivin kendur nú og tað hjálpir væl til. Tí skuldu møguleikarnirkanska verið bestir í Danmark seinni í ár, tá marknaðurin opnaraftur, sigur Hans Jacob á Líknargøtu.