Dagføring kl. 19.15: Finn Hansen sigur, at nú verður støða tikin til, hvussu støðan við Ågot og Slættaberg skal loysast.
Tá bjargingarmenninir royndu at koma nærri til holið, sum er komið á síðuna á Ågot, so gekk tað ikki væl. Pumpurnar klára illa at halda tørn og tí komu menninir heilt skjótt upp aftur úr forlastini. Í lastini hevur pumpan hjá Slættaberg fult tamarhald á.
Oliver Joensen, blaðmaður og myndamaður á Norðlýsinum, sigur frá bryggjuni, at tað ikki er nakar dramatikkur, men at støðan verður væl gjøgnumhugsað, áðrenn nakað meir verður gjørt. Tað verður roynt at fáa yvirlit yvir holið á síðuni, men hetta gongur ikki so væl í løtuni.
Dagføring kl. 19.15: Finn Hansen sigur, at nú verður støða tikin til, hvussu støðan við Ågot og Slættaberg skal loysast. Støðan er støðugt og tamarhald er á støðuni, men tað er framvegis eingin vissa fyri, at eingin størri skaði kann henda, segði Finn Hansen við Dag & Viku fyri løtu síðani.




