Tað hevur gingið væl við arbeiðinum í Norðoyatunnlinum, hóast teir Borðoyarmegin aftur hava møtt nakað av vatni.
Tá vit vitjaðu tunnilsmenninar mikudagin, varð sagt, at tað hevur gingið væl seinastu tíðina, men júst mikudagin møttu teir aftur vatni í tunnlinum og høvdu brúkt umleið 24 tons av betongi tann dagin at tetta við.
Hetta eru tó ikki nøgdir sum líkna tí teir møttu miðskeiðis undir Háfjalli og tí verður ikki roknað við at vatnið mikudagin kemur at seinkað tunnlinum nakað serligt.
Annars eru teir Borðoyarmegin júst farnir inn undir sjógvin vestanfyri Háfjall og bert góðir 1100 metrar eru ímillum arbeiðisliðini bæði, lorvíksmegin og borðoyarmegin. Arbeiðsliðið Lorvíksmegin er nú komið inn har lægsta punktið er og har pumpustøðin skal vera, har eru teir í ferð við at gera fyrireikingar til at borða ein síðutunnil í verður umleið 100 metrar norður úr tunnlinum. Roknað verður við, at hetta arbeiðið fer at taka einar 14 dagar og tí verður framdriftin Lorvíksmegin ongin hesa tíðina.
Metingar verða alla tíðina gjørdar um nær tunnilin verður boraður ígjøgnum og júst mikudagin segði prognosan 27. juni í ár ella um smáar tríggjar mánaðar.




