LEIÐARIN: Nú fakfelagsleiðarar ynskja hvør øðrum tilukku við nýggjum sáttmálum og flokkast saman at taka mynd saman við arbeiðsgevarum kann ein av røttum spyrja um fakfelagsleiðslurnar eru reduseraðar til at verða partnarar hjá ávísum flokkum sum hvønn 1. mai oysa sítt gor og gall yvir borgarligheitina.
Nú fakfelagsleiðarar ynskja hvør øðrum tilukku við nýggjum sáttmálum og flokkast saman at taka mynd saman við arbeiðsgevarum kann ein av røttum spyrja um fakfelagsleiðslurnar eru reduseraðar til at verða hentir partnarar hjá ávísum flokkum sum hvønn 1. mai oysa sítt gor og gall yvir borgarligheitina.
Veruleikin er at limirnir sum skullu liva av eini arbeiðaraløn skullu verða meira enn yvirbegavaðir fíggjarmálaráðharrar fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Eg undrist og virði stórliga tey sum arbeiða á einum fiskavirki, eiga konu og børn – eini hús og uttan iva ein gamlan bil – og álíkavæl fáa endarnar at røkka saman.
Ein maður ella kvinna sum hevur 40 tíma arbeiðsviku hevur hóast tey rinda minimalt av landsskatti einans 12.000 ella í mestalagi 13.000 kr. eftir at liva fyri tá lands- og kommunuskattur og arbeiðsmarknaðargjøld eru goldin.
Tá skulu vit hava í huga at við hækkaða botnfrádráttinum sum bleiv tvífaldaður tá hetta landsstýrið tók við – rindar ein arbeiðsmaður bert uml. 35% av síni løn í lands- og kommunuskatti. Botnfrádrátturin í landsskattinum er 60.000 kr meðan í kommunuskattinum er hann framvegis 20.000 kr.
Tá ein arbeiðari hevur arbeitt mánadag, týsdag, mikudag, hósdag og til kaffipausuna fríggjamorgun hevur hann tað sama eftir sum ein vanligur pensjónistur sum einans hevur fólkapensjón og samhaldsfasta at líta á.
Ein fólkapensjónistur sum einans hevur samhaldsfasta og fólkapensjón hevur kr 9.775,- eftir skatt um mánaðan. Hettar er heldur ikki nógv men samanborið við eina arbeiðsmanna/kvinnu løn er hetta ikki so lítið.
Ein tímaløntur arbeiðari hevur 12.000 – kanska 13.000 kr. eftir skatt um mánaðin og tá skal hann rinda til barnagarðar o.a.
Alt meira verður tosað um at fakfeløg skullu eins og í grannalondunum samstarva meira sínamillum – men eisini her eigur at verða spurgt hvørjum tað gagnar.
Í øllum føri kunnu vit spyrja um orsøk er til at ynskja tillukku við nýggjum sáttmála




