Sjúrður Skaale er tann mest aktivi áskoðarin í føroyskum politikki. Onki fer aftur við borðinum, uttan at hann hevur eina viðmerking.
Hann svevur óróliga og er tíðliga á fótum fyri at leita í portalum og á sosialu miðlunum.
Eisini hevur Sjúrður eini serstøk evnir at mótsiga sær sjálvum tá hann tosar. So ofta hevur hann skotið seg í fótin, at tað er eitt undur at hann yvirhøvur er gonguførur.



