Jógvan Hansen sigur víðari, at Polarhav og Stjørnan nú fara avstað aftur eftir longri steðg heima.
Kvikk og Norðsøki landaðu týsdagin. Stjørnan og Polarhav fara avstað aftur nú.
Kvikk hevði gjørt ein stuttan túr og høvdu teir umleið 50.000 pund. Norðsøki kom aftur úr Íslandi og hevði hann umleið 70.000 pund.
Jógvan Hansen frá Kósini/JFK sigur við Norðlýsið, at nokk av fiski er á virkinum til arbeiði alla vikuna.
– Eingin bátur landar mikudagin, men so vita vit ikki, hvussu verður seinni í vikuni. Vit hava nokk av fiski inni til arbeiði alla vikuna, sigur Jógvan Hansen.
Hann sigur, at Stjørnan og Polarhav hava ligið inni við bryggju í longri tíð, tí annar av teimum hevur verið í Havn til umvælingar. Men nú eru teir klárir aftur og hann væntaði, at teir fóru avstað seint týskvøldið ella einaferð mikudagin. Teir royna eftir gulllaksi um hesa tíðina av árinum.




