Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðið at fáa til vega nýtt skip at sigla um Nólsoyarfjørð

John William Joensen

Undirritaði arbeiðsbólkur loyvir sær at senda tygum hesa umbøn, at betra okkum samferðsluviðurskiftini Nólsoy-Tórshavn.

Til 
Jacob Vestergaard
Landsstýrismann í innlendismálum

Viðvíkjandi samferðslu til Nólsoyar´
Undirritaði arbeiðsbólkur loyvir sær at senda tygum hesa umbøn, at betra okkum samferðsluviðurskiftini Nólsoy-Tórshavn. Viðlagdar eru myndir og undirskriftir
Seinastu mongu árini hevur Ritan røkt hesa farleið. Ritan er smíðað í 1971, og hevur tænt væl hesi mongu ár. Nú eru árini runnin undan henni og tískil nøktar hon ikki tørvin í 2005.
Vit loyva okkum at nevna nøkur punkt, at lýsa tygum gerandistrupulleikarnar hjá bæði bygdarfólki og gestum.
At lýsa skipið í stuttum, kann her verða sagt, at ferðandi skulu upp eina landgongd. Landgongdin í Nólsoy – í høgari flóð – er meira sum ein stigi, enn ein landgongd. Komin umborð, skulu ferðandi síðani ganga oman eina vinkultrappu, at sleppa í salongina.
Vit vóna, at myndugleikarnir seta í verk ætlan at byggja okkum nýtt skip. Hesin samferðslumøguleiki, er einasta farleið okkara til meginøkið og tí má tað verða eitt krav, at bygdafólki – ung og gomul – trygt kunnu sleppa til og frá oynni.

* Fullfør ferðafólk, hava sum so ongar trupulleikar at koma umborð og niðurundir at seta seg. Men so skjótt talan er um børn, eldri, illa gongd, brekað ella barnavognar eru stórar forðingar: Landgongin og trappurnar.
Er fólk í rullistóli, er eingin møguleiki at koma umborð við egnari hjálp – hetta er mannminkandi. Dømi kann nevnast um fólk, ið eru hiva umborð við krana, og um motordrivnan koyristól, ið eisini skal hivast, um ferðafólkið skal til Havnar.
Einasta hølið, ið tøkt er teimum, ið ikki megna at koma niðurundir, er sjúkrarúmið – men tey eru ikki sjúk, og eiga tí at sleppa í salongina saman við hinum ferðafólkunum.
Hevur ferðafólk barnavogn við sær, er vónleyst at fara niðurundir, um ein er einsamallur. Tí vognurin skal lyftast upp um høvd, at fáa vognin upp um gátt og oman trappurnar. Tilskilast skal, at fleiri barnavognar rúmast ikki í landgongini – og mugu tískil lyftast/handast umborð.
Sjálvsagt ber ikki til at lata barnavogn standa á dekkinum í øllum veðrið og svevur barn í vogninum, ber heldur ikki til at lata barn og vogn standa úti um fjørðin. 

* Gerandisdagar eru áleið 45-50 fólk, ið ferðast til og frá arbeiði. Umstøðurnar hjá hesum fólkum eru vánlig, við atlitið at útluftningi og larmi. Er sjaskut veður, er ikki pláss at leggja seg.

* Allur farmur til og úr Nólsoy skal lossast/lastast við krana. Hetta hevur við sær óneyðugt spill, tí tað meira enn so kemur fyri, at vøran verður skamfílað. Sjálvsagt hevði verið lættari hjá handilsfólki, um vøran varð koyrd umborð og í land eftir sløttum.

*  Skal flytigóðs til Nólsoyar, er vónleyst at fáa byngju umborð. Orsøkin er, at kranin ikki lyftir meira enn ávísa tyngd. Óneyðugt baks er at tøma byngjuna á keiini í Havn fyri síðani at handa alt umborð og í land aftur í Nólsoy.

* Sum er, skal bilur lyftast við krana, um ein ynskir at taka sær bilin við til Nólsoyar. Men hendir ólukkan, at bilurin dettur, tekur tryggingin ikki við, tí hetta verður roknað, sum egin ábyrgd.

* Eitt tað tyngsta at síggja er, tá ið lík í kistu koma í oynna. Lítil virðing er í at kistan verður førd tvørturum fjørðin í lastini á Rituni, fyri síðani at verða lossað við krana á keikantin í Nólsoy. Hetta er tungt hjá avvarandi.

Í sambandi við nýbygging kundu vit m.a. hugsa okkum:
Rampu á reyvina, heldur enn landgongd, ið ávirkast av flóðini.
Rúm fyri tveimum stórum akførum, ið viðførir pláss fyri smáum akførum aðrar túrar og/ella farmi.
Atgongd eigur at verða í salongina, uttan at skula fara um trappur.
Ynskiligt er, at gott forarbeiðið verður gjørt, soleiðis at nýtt skip, eins og Ritan, fær siglt allar dagar í árinum.
WC til rørslutarnað.

Við vón um at hetta skriv verður viðgjørt við vælvild.

Arbeiðsbólkurin at betra samferðsluna um Nólsoyarfjørð.
Terji Holm, maskinmeistari, tlf. 327017
Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður, tlf. 327114
Jákup av Skarði, lærari, tlf. 217001

Harleywoodpaint