Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðið at víðka stadion við Djúpumýru fer nú í gongd

Nordlysid

– Við hesi útbyggingini fáa vit – í góðum samstarvi við FSF – víðkað stadion við Djúpumýru við umleið 300 áskoðaraplássum undir taki og einari nútímans umklæðingardeild afturat, soleiðis at Djúpamýra eisini verður góðkend til altjóða dystir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Við hesi útbygginginifáa vit – í góðum samstarvi við FSF – víðkað stadion við Djúpumýru við umleið300 áskoðaraplássum undir taki og einari nútímans umklæðingardeild afturat, soleiðisat Djúpamýra eisini verður góðkend til altjóða dystir, sigur Jógvan Skorheim,borgarstjóri.

 

Í vikuni samtykti Fíggjarnevnd býráðsins einmælt at takaundir við tilmæli um at halda fram at útbyggja fótbóltsstadion við Djúpumýru.Hetta er framhald av teimum dagføringum og útbyggingum, sum higartil erugjørdar sambært lagdari heildarætlan.

Hetta byggistigið fevnir um eitt áskoðaraskýli – ofta nevntBláa Skýlið – sunnan fyri fótbóltsvøllin, sum verður bundið í KÍ-høllina,soleiðis at fótbóltsvøllurin við Djúpumýru alt meira fer at líkjast einumstadion.

Nýggj umklæðingardeild og
300 áskoðarapláss afturat

– Við hesum fáa vit eitt munandi meira heilskapaðfótbóltsstadion við umleið 300 nýggjum áskoðaraplássum undir taki afturat,einari nýggjari umklæðingardeild, betri umstøðum til tíðindafólk og onnurumframt nútímans hølir til alskyns virksemi, fundarvirksemi v.m., upplýsirJógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Hetta byggistigið, sum hóskvøldið verður lagt fyri býráðiðtil endaliga støðutakan, er kostnaðarmett til 11 mió. kr., harav FSF rindar 3,3mió. kr., meðan parturin hjá Klaksvíkar kommunu at rinda av hesum verður 7,7mió. kr., og tað er hesin parturin, sum Fíggjarnevndin í vikuni samtykti attaka undir við, og tað fegnist eg um.

 

Gott samstarv millum
kommununa, FSF og KÍ

– Eg vil takka FSF fyri gott samstarv um hesa verkætlan, harFSF hevur hækkað stuðulsjáttan teirra til 3,3 mkr., soleiðis at vit nú fara atfáa fantastiskar umstøður kring vøllin við Djúpumýru.

– Hetta framtakið er eitt beinleiðis úrslit av, at vit írúma tíð hava arbeitt miðvíst saman við Klaksvíkar Ítróttarfelag ogFótbóltssambandi Føroya, og eg má siga, at allir partar hava víst ein góðanvilja, sigur Jógvan Skorheim.

 

Góðkenning til altjóða dystir

– Tað hevur tikið sína tíð at fyrireika og útvega fíggingtil hetta byggistigið, men vit hava lagt nógva tíð og orku í hetta viðregluligum fundum saman við leiðsluni í KÍ, fyri at skapa tað best møguligaúrslitið, soleiðis at vit her norðuri – í góðum samstarvi við FSF – kunnuútvega tí stóra virkseminum í og kring KÍ virðiligar karmar.

– Verkætlanin er somikið stór, at tað letur seg ikki gera atfáa hana lidna til komandi kappingarár, men nú fíggingin fyriliggur, verðurfarið víðari við projektering beinanvegin, og tá ið hetta byggistigið er framt,er tað síðsta kring vøllin gjørt eftir galdandi krøvum, so Djúpamýra kann fáaaltjóða góðkenning, upplýsir borgarstjórin.

 

Umráðandi at fullføra verkætlanir

Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna ímentanarnevnd býráðsins, upplýsir, at ein heildarætlan er løgd fyri útbyggingav stadion við Djúpumýru, sum Fuglark hava staðið fyri, og fyritøkan hevureisini teknað og fyrireikað hetta byggistigið, sum nú verður sett í gongd.

– Tað er umráðandi at halda kósina við verkætlanum, sum eru stungnarút í korti. Hetta hava vit lagt okkum eftir í hesum valskeiðnum, og longu ernógv gjørt við Djúpumýru í tráð við løgdu heildarætlanina, sigur forkvinnan,sum fegnast um, at so nógv er hent mentanarøkinunum hesi seinastu árini.

– Framstigini, sum eru sett verk hesi seinastu árini, havafevnt víða, bæði tá ið tað kemur til tað tónlistaliga, myndlist og ikki minstinnan ítróttina.

– Fótbólturin í Norðoyggjum hevur stóran týdning fyrifrítíðarlívið og trivnaðin, tí hann aktiverar og savnar so nógvar áskoðarar ogvirknar limir, leikarar, venjarar, og har næstan 1000 áskoðarar eru til hvønnheimadyst hjá besta mansliðnum hjá KÍ. Tí er avgjørt tørvur á góðum karmum umhetta virksemið, sum savnar allar norðingar, ið vit so dyggiliga fingu staðfestí sambandi við finaluna um løgmanssteypið, sigur Signhild V. Johannesen,mentanarnevndarforkvinna.

Harleywoodpaint