Arbeiðstakarin, sum skal byggja og inniloka nýggju heilsumiðstøðina í miðbýnum er nú byrjaður at innrætta seg á byggiplássinum – roknað verður við, at læknamiðstøðin verður tikin í brúk í 2004 ella møguliga 2005.
Tað hevur leingi ligið í kortunum, at nýggja læknamiðstøðin skuldi byggjast, men nú er bíðitíðin av, tí fyri stuttum komu boðini úr býráðnum, at sjálvt byggiarbeiðið kundi fara í gongd.
Í fyrsta umfari fevnir byggingin um tann fyrra av tveimum bygningum. Hesin fyrri bygningurin rúmar íalt 4 kommunulæknaviðtalur. Bygningurin er í tveimum hæddum, sum hvør er góðar 300 fermetrar, umframt eitt ovastaloft, ið t.d. er egnað til goymlsur. Umframt trappur verður lyfta millum báðar hæddirnar.
Meir um málið í komandi blaðútgávu av Norðlýsinum.




