Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðið við at byggja høvuðspallin til Summarfestivalin er byrjað

John William Joensen

Í kvøld settu tveir lastbilar frá Marna Eliasen upp "beinagrindina" til høvuðspallin á summarfestivalinum sum verður í aðru viku.

Tað er eitt ódnartak sum fyrireikararnir aftan fyri Summarfestivalin 2004 eru farnir undir.
Og tað skulu eisini nógvar hjálpandi hendur til um tiltakið skal eydnast og í kvøld var so beinagrindin av pallinum fingin upp at standa.
Tað vóru teir báðir Marni Eliasen og Jógvan Samson sum við hvør sínum kranabili settu "elementini" upp á pláss.
Fróði Løksagarð hjálpti eisini til við einum stórum trukki frá Skipafelagnum og síðani rættaði Hans Edmund Josephsen frá Klaksvíkar Byggivirkið "byggiklossarnar" av.
Erik Biskopstø, sigur at Klaksvíkar Byggivirki skal leggja gólv og gera eina teku á pallin.
– Síðani verður fari í holt við at byggja tað tekniska.
– Fríggjadagin í komandi viku verður so ljóðútgerðin sett upp og tá verða síðani ljóðroyndir framdar.