Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðið við at endurreisa kósina liggur stilt

John William Joensen

Hóast einki arbeiði hevur verið á Kósavirkinum í mánaðar hevur høvuðskreditorurin, Føroya Banki, enn ongar ítøkiligar samráðingar havt fyri at endureisa virksemið

Tað ljóðar annars at Kósin er á veg undir Faroe Seafood men Suni Scwartz Jacobsen, stjóri í Føroya Banka vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini

RED: Er tað rætt at Maru Seafood ikki longur er partur av samráðingunum um ein endurreisn av kósini?

– Tað mást tú spyrja stjóran í Maru Seafood, Jóhan Páll Joensen um. Eg kann ikki viðgerða kundaviðurskifti í fjølmiðlunum.

RED: Er tað rætt at tit eru í samráðingum við Faroe Seafood?

– Tit duga væl at spyrja – men eisini her má eg heita á tykkum um at tosað við stjóran í Faroe Seafood, sigur stjórin í Føroya Banka, Suni Scwartz Jacobsen í stuttari viðmerking.

Einki hent síðan Kósin lat aftur
Tað eru ikki so nógvir leikarar á føroyska marknaðinum, sum kunnu hava áhugað í Kósavirkinum og flestu av teimum hava longu verið nevndir í almenna kjakinum.

Sum dømi kunnu vit nevna P/F Christian í Grótinum, JFK/Føroyagrunnurin og Faroe Seafood. Eisini er hugsandi at aðrir partar eru áhugaðir og vit ringdu runt at spyrja um nakað var í nógvu tíðindunum, sum hava gingið seinastu vikurnar.

Og tað vísti seg skjótt at tað var rætt at Føroya Banki hevur tosað við m.a. Føroyagrunnin og Faroe Seafood, men talan er als ikki um veruligar samráðingar.

Einasta konrekta var at Føroya Banki hevði spurt Føroyagrunnin um teir kundu koma við einum boði uppá virkisbygningin. Føroyagrunnurin gav eftirfylgjandi eitt boð, men tað var mett at verða alt ov lágt.

Seinastu tríggjar mánaðarnar hevur Føroya Banki havt følarar úti fyri at meta um áhugan. Teir sum Norðlýsið hevur tosað við siga at einki hevur verið at hoyrt um nakað ítøkiligt útspæl frá bankanum og fleiri seta eisini spurnartekin við hví Føroya Banki ikki gerð eina fyribilsavtalu fyri at fáa gongd á aftur virksemið á kósini

Livst so spyrst