Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðisflaki um at søkka

Oliver Joensen

Ein arbeiðisflakið, ið lá við keiina við NFCS virkið, kundi farið til botns í kvøld um ikki skjótt var atborið at bjarga honum.

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at stoypa uppundir keiina niðanfyri NFCS virkið, tí máðað var undan keiini. Til hetta arbeiðið hevur ein flaki við einum goymsluhúsi á verið nýttur. Í kvøld bleiv vindurin í og so nógvur fyri flakan og eitthvørt var afatt, soleiðis at flakin tók sjógv inn í uppganginum. Hann var helst útnyrðingur í ættini og rættuliga frískur vindur. Av havnaskrivstovuni frætta vit, at teir meta at síðani fylt var út í krókinum heimanfyri NFCS virkið, ger útnyrðingsaldan meira um seg har.
Kránabilur kom á staðið og tók húsið av flakanum og menn fingu bjarga flakanum.