Landsstýrið hevur í morgun kunngjørt hvørjir persónarnir eru, sum skulu manna arbeiðsbólkin, ið skal gera uppskot til nýggja fiskivinnuskipan.
Í samgonguskjalinum stendur um nevndina, at landsstýrismaðurin skal “beinanvegin” seta ein breitt samansettan arbeiðsbólk við fakligum førleikum og vinnuligum royndum, ið skal gera tilmæli til politisku skipanina. Eisini stendur, at bólkurin skal regluliga hoyra allar partar í vinnuni og gera ítøkiligt uppskot um eina skiftisskipan við atliti til verandi fjølbroyttu aktørar á fiskivinnuøkinum.
Síðani skulu samráðingar vera millum allar flokkar á tingi um at gera eina varandi semju um fiskivinnuna, og tá tann semjan er gjørd, verða lógaruppskotini skrivað, sum skulu vera løgd fyri Løgtingið í seinasta lagið á ólavsøku.
Samgonguskjalið varð undirskrivað tann 14. september. Tað merkir, at tað hevur tikið heilar 129 dagar at finna fram til hesi 9 fólkini, ið skuldu finnast “beinanvegin”.
Nevndin, politikarar og embætisfólk fáa nú 190 dagar (íroknað summarferiuna), til at gera uppskot, hoyra allar partar í vinnuni, gera skiftisskipanir, finna politiskar semjur og tilevna lógaruppskotini.
Her skal onkur arbeiða óvanliga skjótt.




