Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum, ið arbeiðir við at gera eina fiskivinnunýskipan hevur ongantíð verið at taka støðu til, hvat fyri skipan vit skulu hava á fiskivinnuøkinum.
Uppgávan hjá arbeiðsbólkinum, ið arbeiðir við at gera eina fiskivinnunýskipan hevur ongantíð verið at taka støðu til, hvat fyri skipan vit skulu hava á fiskivinnuøkinum. Uppgávan hevur alla tíðina verið at vísa á, hvussu politiska ynski um uppboðssølu kann fremjast í verki.
Tað gjørdi Johnny í Grótinum greitt í eini útvarpssamrøðu longu í januar. Útvarpsmaðurin spurdi soleiðis:
”Tit hava fingið rímiliga greiðar politiskar karmar at arbeiða eftir. Fara tit at fylgja teimum?”
Johnny í Grótinum svaraði, at politikkurin verður førdur í løgtinginum og landsstýrinum, og at samgongan hevði gjørt ein arbeiðssetning, sum ásetti greitt hvat tann nýggja skipanin skuldi innihalda, og tí setninginum fór nevndin at fylgja.
”Tað er ikki nakað, sum vit skulu taka støðu til. Vit skulu einans taka støðu til og koma við tilmælum um, hvussu tað skal gerast,” segði hann.
Hóast hesa greiðu útmeldingina frá formanninum í arbeiðsbólkinum, er tað komið óvart á bæði politikarar og vinnulívsfólk, at arbeiðsbólkurin fer at mæla til, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu.
Hinvegin kann tað tykjast løgið, at tá nevndin skuldi mannast, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at tað arbeiðið dróg út, tí tað var trupult at finna óheftar limir. Spurningurin er hvat fyri óheftni talan var um, um nevndin bara skal siga, hvussu politiski viljin hjá samgonguni skuldi fremjast í verki.
(Hoyr útvarpssamrøðuna við Johnny í Grótinum her)




