Klaksvíkar kommuna søkir hervið eftir 2 arbeiðarum at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:
– viðlíkahald og nýgerð av vegum og kloakkum
– reinhald og vetrarhald
– ferðsluregulering og aðrar fyrifallandi uppgávur
Førleikakrøv
Royndir innan omanfyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur men tó eingin treyt. Tó skalt tú hava koyrikort, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur stóra koyrikortið og ert førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.
Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi arbeiðarafelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis teldupost til klaksvik@klaksvik.fo
Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til:
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
FO-710 Klaksvík
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 6. juni 2014.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Kristoffur Olsen leiðara á Kloakk- og Vegadeildini á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo




