Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsfólk/handverkarar til vegadeild Klaksvíkar kommunu

LÝSING

Klaksvíkar kommuna søkir hervið eftir 3 arbeiðsfólkum/handverkarum at byrja skjótast gjørligt.


Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

· viðlíkahald og nýgerð av vegum

· og kloakkum

· arðar fyrifallandi uppgávur


Førleikakrøv

Royndir innan omanfyri nevndu arbeiðsuppgávur er ein fyrimunur. Tú skalt hava koyrikort, og er tað ein fyrimunur um tú ert førur fyri at koyra vanligar entreprenørmaskinur, eitt nú gravi- og lessimaskinur.

Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi, og ein arbeiðsglaður viðleikari, sum gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.


Setanarviðurskifti

Talan er um tímalønt fulltíðarstørv. Løn og setanartreytir eru sambært avvarðandi fakfeløg.


Umsóknir kunnu sendast til:

Klaksvíkar Kommunu

Nólsoyar Pálsgøta 32

FO-700 Klaksvík

ella umvegis teldupost til: klaksvik@klaksvik.fo

mrk. Vegadeild


Umsóknarfreistin er 18. apríl 2016 kl. 12:00.


Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Kristoffur Olsen, leiðara á kloakk- og vegadeildini, á tlf. 229088 ella umvegis teldupost til: kristoffuro@klaksvik.fo


Klaksvíkar kommuna

Nólsoyar Pálsgøta 32

Postsmoga 2

FO-710 Klaksvík

Tlf. 41 00 00

klaksvik@klaksvik.fo

www.klaksvik.fo