Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsloysið í november var tað lægsta í árinum

Helgi Abrahamsen

Arbeiðsloysið í november var 2,5%, og býtt ímillum kynini var tað 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum.

Arbeiðsloysið í november var 2,5%, og býtt ímillum kynini var tað 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum.

“Hetta er lægsta arbeiðsloysi í árinum, har tað hevur sveiggjað millum 2,7 og 3,0%,” skrivar Hagstova Føroya.

Í tali svarar hetta til 707 persónar sum eru arbeiðsleysir – 35 fleiri kvinnur enn menn.

Munurin millum kvinnur og menn er minkaður nógv

Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin millum kynini eisini minkaður. Fyri tveimum árum síðani vóru 200 fleiri kvinnur enn menn arbeiðsleysar, og fyri einum ári síðani var munurin um 80 fleiri kvinnur. Nú er munurin 35.

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum. Lægsta arbeiðsloysið er í Eysturoyar sýslu, har tað er 1,6%. Í Vágum og Norðoyggjum er tað 1,8%, og í Norðstreymoy er tað 2,3%. Síðani kemur Suðurstreymoy við 2,7% og í Sandoyar sýslu er arbeiðsloysið 2,8 %. Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroy, har tað er 3,2%.