Vend tykist at verða komin í arbeiðsloysið í Norðoyggjunum, nú arbeiði er aftur á Kryvjing og Eystís er byrjað uppá nýtt virksemi.
Arbeiðsmarknaður:
John D. Olsen
Arbeiðsloysið í norðoyggjunum er vaksið støðugt síðani 2002 og 2003. Í juni 2002 vóru einans 48 skrásett í skipanini hjá ALS. Miðaltalið fyri teir fyrstu 7 mánaðirnir í 2002 og 2003 var ávikavist 58 og 59. Hetta talið er støðugt vaksið, soleiðis at í mai 2005 vóru 156 í skipanini.
Tey nýggjastu tølini frá ALS vísa, at í juli í ár vóru 154 arbeiðsleys í norðuroyggjum. Hetta talið er áleið tað sama um í fjørð.
Eitt lop er at síggja í hagtølunum frá juli 2004 og juli 2005, tá arbeiðsloysið vaks við umleið 50. Hetta lopið stavaði í stóran mun frá niðurgongdini í alivinnuni. Eitt nú var eingin alifiskur kruvdur á Kryvjing eftir Ólavsøku í fjørð. Tá virkið koyrdi við fullari orku, varð arbeitt í tveimum vaktum við umleið 30 fólkum á hvørjar vakt.
Nú tykist vend eftir øllum at døma at verða komin í. Gongd kom í aftur kryvjingina hjá Kryvjing tann 3. august. Kósavirkið hevur í september mánaði koyrt við tveimum vaktum, umframt at arbeið so smátt er aftur hjá Eystís.
Kryvjing
Martin Jacobsen, virkisleiðari á Kryvjing, sigur at teir nú arbeiða 3-4 dagar um vikuna og roknar hann við einari lítlari øking veður einaferð í november.
– Í dag eru vit umleið 25 fólk á Kryvjing, og kryvja vit umleið eini 120-150 tons um vikuna. Fyri tað mesta er talan um fisk, ið vit keypa frá øðrum feløgum, men tá nakað er ligið út á árið, rokna vit við einari øking í nøgdini av fiski. Tá verður tað helst soleiðis, at vit fyri tað mesta fara at arbeiða fisk sum vit sjálvir ala.
Hann roknar tó ikki við at líka nógv fólk fara at arbeiða á virkinum, sum talan var um, áðrenn krisuna í alivinnuni, tí tá var allur fiskurin tikin í skundi, fyri ikki at missa meir enn neyðugt av ILA sjúkuni.
– Tað er sera trupult at samanlíkna støðuna nú og støðuna beint áðrenn allur alifiskurin var tikin. Støðan var soleiðis, at kryvjivirkini kruvdu so nógv sum tey kundu fyri at tøma firðirnar fyri fisk, tískil arbeiddu fleiri fólk tá enn undir vanligum umstøðum.
Tað verður ikki fyrr enn nøgdin av tøku-fiski er áleið tann sama, sum hon var undan kreppuni, at Kryvjivirkið fer at arbeiða við fullari orku.
Jóhan Mørkøre, arbeiðsformaður á Kryvjing, roknar við, at teir fara at arbeiða við fullari orku einaferð í august næsta ár. Tá verður nøgdin ið vit fara kryvja at liggja um eini 250-300 tons um vikuna. Talið á arbeiðsfólkið verður væntandi umleið 30.
Maru Seafood
Á Kósavirkinum hevur verið støðugt arbeið síðani teir nýggju eigararnir keyptu virkið um mánaðarskiftið apríl mai. Fyri tað mesta hava um 120 fólk verið til arbeiðis á virkinum. Harav eru umleið 35, ið arbeiða í saltfiskinum. Fyri seks vikum síðani varð byrjað at arbeiða við einari vakt um dagin og eini hálvari vakt um kvøldið. Um dagin eru umleið 80 fólk til arbeiðis og um kvøldið 40. Fríðin Ziskason, arbeiðsformaður sigur, at teir hava ætlanir um, at økja um produktiónina so líðandi.
– Um eini 3-4 vikur fara vit at royna at koyra við tveimum fullum vaktum. Vit hava roynt at økt produktiónina so líðandi, síðani nýggja leiðslan kom, men nú vísir tað seg, sum at vit hava ein trupulleika við at fáa nokk av dugnaligum og kvikum reinskerarum.
Umframt støðuga arbeiði á Kósini, byrjaði Eystís, sum er partur av Maru Seafood, nýggja framleiðslu úti í gomlu hølunum hjá Pure Water. Eftir ætlan skulu eini 35 fólk hava støðugt arbeiði á virkinum, men nú á byrja við eru 20 fólk til arbeiðis.
Bjartskygni
Formenninir á arbeiðskvinnu og arbeiðsmanna feløgunum í Klaksvík, Hanna Isaksen og Jóhan A. Reyðberg eru samd í, at tað var eitt stórt afturstig fyri fleiri av teirra limum, tá kryvjingin helt uppat. Men síggja tey ljóst uppá framtíðina. Tey vísa bæði á at nú er aftur gongd komin á kryvjininga og at Eystís aftur farið at virka fisk.
Tey nýggjastu tølini hjá ALS fyri august vísa eisini eina lítla niðurgongd í mun til síðsta mánað. Við útgangin av juli vóru 154 arbeiðsleys í norðuroyggjum í mun til 137 í august.
Hagtølini fyriliggja ikki fyri august, men eftir øllum at døma, so er arbeiðsloysið munandi minkað hendan seinasta mánaðin.




