Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsmann til Gjánoyri

IRF

IRF søkir við hesum eftir einum arbeiðsmanni til Gjánoyri at byrja skjótast til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um:
Móttøku og avskipan av jarni, metalum, tyrvingartilfari v.m.

Tað er ein fyrimunur, um tú ert vanur at arbeiða við broyt og líknandi maskinum.

Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF.

Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn skal sendast til:

IRF
Víkarvegur 107
520 Leirvík
ella til t-post: irf@irf.fo

Umsóknin skal vera IRF í hendi innan fríggjadagin 16. juni 2017.

IRF tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka.

Vilt tú hava fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Adelbert Ellingsgaard, á tlf.: 414243.