Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsmøguleikar hjá fólki við menningartarni

John William Joensen

Undir heitinum “Arbeiðsmøguleikar hjá fólki við menningartarni” skipar Verkstaðið Vón í samstarvi við Javna fyri kunnandi fundi mikukvøldið

Tíðindaskriv 23. mars 2009

Endamálið við fundinum er at varpa ljós á møguleikar hjá fólki við menningartarni at sleppa út á arbeiðsmarknaðin og hvat skal til fyri at hetta kann eydnast.

Luttakarar á fundunum verða:

• arbeiðsgevarar, sum hava fólk við menningartarni í arbeiði
• virkir, sum Vón framleiðir vørur til
• landstýriskvinnan
• Javni

Fundurin verður mikukvøldið 25. mars klokkan 19.00 á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, Argir

Skrá:

Kl.19.00: Rósa Samuelsen, landstýriskvinna, setur fundin

Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón, bjóðar vælkomin og fortelur um arbeiðsmøguleikar hjá fólki við menningartarni ( Tlf.: 763230)

Umboð frá Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupstovu og Ebba Mortensen, siga frá royndum við ungari kvinnu í vardum starvi

Umboð frá MBM, Oyvind Hentze, sigur frá royndum við fólki í vardum starvi

Kristina Hansen og Frank Andersen fortelja um sítt arbeiði á Fiskirannsóknarstovuni, MBM og á Verkstaðnum Vón

Filmur um framleiðslu á Verkstaðnum Vón

Kl. 20.15: Kaffistøðggur

Viðskiftafólk greiða frá royndum teirra við framleiddari vøru frá Verkstaðnum Vón
Umboðað eru:

• Estra v/ Sonju á Líðarenda
• Landsverk v/ Dánjal Syderbø
• Smyril Line v/ Alex Hentze
• Umhvørvisstovan v/ Antines Iversen
• Strandferðslan v/ Jens Petur Brattalíð

Kl. 20.50: Umboð frá Javna taka saman um

Javni tlf.: 314827