Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðsskaði í Hundsarabotni

Landsverk

ÓHAPP: Umleið klokkan 14 í dag hendi ein arbeiðsskaði í grótbrotinum í Hundsarabotni, tá ein maður fekk grót á seg. Maðurin, ið er síðst í tjúgunum, er uttan fyri lívsvanda, men hevur fingið skaða í beinini.

Maðurin, sum í løtuni er til kanningar og viðgerðar á Landssjúkrahúsinum, var í ferð við at merkja upp, hvar borast skal fyri næsta skoti, tá grót brádliga reið úr beninum og rullaði á hann.

Bæði politi og arbeiðseftirlit hava verið á staðnum og kannað umstøðurnar kring óhappið.Landsverk kannar somuleiðis umstøðurnar á staðnum..

Seinast skotið varð í Hundsarabotni, var 7. apríl í ár.