Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arbeiðssteðgur settur í verk

Oliver Joensen

Í nátt endaði semingsroyndin millum Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag úrslitaleys við tí fylgju, at arbeiðssteðgur er settur í verk. Hvørgin partur góðtók semingsuppskotið.

Arbeiðssteðgurin rakar farmaskip undir føroyskum flaggi og ferðafólkaskipið Norrønu. Øll farmasigling verður tó ikki rakt. Skipið Clare hjá Smiril Line er ikki undir føroyskum flaggi, og Skipafelagið hevur 2 leigaði útlendsk skip í regluligari sigling. Harafturat hevur Skipafelagið í løtuni leiga útlendska skipið Green Ice, tí Lómur er til umvælingar. Bátarnir hjá Eimskip eru heldur ikki undir føroyskum flaggi.<BR>Sigur Vinnuhúsið í tíðindaskrivi til Norðlýsið.