Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Archibald Black í Leikalund

Hannefía Joensen

Fríggjadagin 13. apríl kl. 16.00 letur framsýning upp við Archibald Black í Leikalund. Framsýningin verður at síggja til 3. maj 2007.

Hetta er triðja ferðin Archibald sýnir fram gomlu handilshúsunum úti í Klaksvík – Leikalund.

Fyrstu ferð varð sýnt fram bert ein dag í sambandi við eina konsert, sum Hanus G. Johansen, Fiona Parker og Daniel Rye skipaðu fyri.

Aðru ferð var tá ið Nordvesten mentanarstevnan var í Klaksvík og Fuglafirði í juli 2003.
Hesa ferð sýnir Archibald Black nýggjastu oljumálningar sínar fram.

Til ferniseringina sum verður 13. apríl kl. 16.00 syngur og spælur Karl Martin Samuelsen.

Leikalund:
Fríggjadagin 13. apríl kl. 16.00 fernisering – opið til kl. 19.00
Karl Martin Samuelsen syngur og spælur
Mánadag til fríggjadag opið 10:00 – 17:30