Framsýningin við Archibald Black letur upp fríggjadagin 23. februar 2007 kl 17.00
Reberhús hevur boðið Archibald Black at sýna fram í døgunum: 23. feb. – 7. mars 2007.
Umframt oljumálningar eru tusch, kol svart- og reyðkritstekningar at síggja.
Archibald Black er kent navn í Klaksvík, men er ikki oftani at síggja uttanfyri bøgarðarnar har norðuri. Tó at hann hevur havt framsýningar í Danmark, Noregi og Svøríki.
Hetta er fyrsta ferðin, Archibald Black sýnir fram í Riberhhús
Opið verður Mánadag – fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag 11.00 – 13.00




