Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÁRF leggur alsamt nýggjar lunnar: Nýggja 5-mannafarið hjá ÁRF eitur Katla

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í vikuni varð nýggja 5-mannafarið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag (ÁRF) flotað, og samstundis varð avdúkað, at navnið er “Katla”.

Árnafjarðar Róðrarfelag er í løtuni kappróðrarfelagið í Norðoyggjum við besta vindinum í seglunum.

Felagið hevur fyri stuttum latið byggja sera snotulig og felagshøli og neyst, og nú í vikuni varð triði kappróðrarbátur felagsins sýndur fram og flotaður fyri fyrstu ferð.

Ein nýggjur bátur skal sjálvandi hava eitt hóskandi navn, og www.arf.fo skrivar, at nýggja fimm-mannafarið hjá ÁRF fekk navn eftir eina navnakapping, har íalt á leið 80 uppskot komu inn.
 
Og tað komu trý uppskot inn um navnið "Katla".
 
Uppskotini komu frá:
 
Miriam Askham Olsen
Thurid í Buð
Julius Steffensen
 
Nýggja fimmmannafarið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag skal eita :
 
Katla
 
Hetta  hevur ein samd navnanevd valt, ímillum tey innkomnu uppskotini.
 
Tilsamans komu um 80 uppskot inn og harímillum var navnið Katla. Tað var eisini so løgið at 3 fólk høvdu skotið hetta navnið upp, so tað man hóska væl á mannamunni.
 
Í grundgevingunum siga tey sum sendu uppskot inn, millum annað :
 
– Orsøkin til at eg haldi at hetta navni er væl hóskandi, er at søguligi tingstaðurin í Køtlum liggur omanfyri Árnafjørð.
 
– Annars er Katla eisini eitt gamalt íslendskt gentunavn, sum eisini verður brúkt í Føroyum.
 
– Fær meg at hugsa um gamla tingstaðin "uppi í Køtlum" í Árnafirði. Eisini er ein fiskur ið eitur "Katla fish". Sum sigst at vera øgiliga vælsmakkandi, og við einum góðum kiloprísi 🙂 Leggjast kann afturat at Katla er eitt tað vandamiklasta gosfjallið í Íslandi. Katla er eisini drekin í kenda ævintýrinum "Brøðurnir Leyvuhjarta".
 
– Tí Árnafjørður var miðøki Norðoyinga fyri øldum síðani, har TING bleiv hildið, staðið nevnist á Køtlum, á Katlinum, og er KATLA eitt sera fitt og vakurt navn til bátin, og hevur eisini nakað við Árnafjørð at gera.
 
 – Tá – fyri øldum síðani bleiv TING hildið í Árnafirði og sær tað ikki mætari út enn at Árnafjørður aftur er vorðið eitt savningarstað, við framburi, serliga í kappróðri, hvør veit um Árnafjørður ikki eisini verður savningarstað fyri kappróðurin í Norðuroyggjum.
 
Vit fara við hesum at ynskja tykkum góða eydnu við bátinum.
 
Símun M. Poulsen 
Livar Nysted 
Nikolas Olsen
 
Formaður í Árnafjarðar Róðrarfelag er Atli Steinbjørn Justinussen.