Ari Ellingsgaard hjá ÍF sær út til at fáa sítt veruliga gjøgnumbrotí ár. Hann er leikarin við flestu uppleggunum higartil í ár.
Ari hevur altíð verið mettur sum ein evnaríkur leikari viðm.a. framúr bóltførleika. Í fjør leikti Ari við ÍF í fyrru hálvu, men bleivsíðani leigaður út til NSÍ í seinna hálvleiki. Samanlagt bleiv tað til 1 mál og2 upplegg hetta kappingarárið í bestu deildini, har tann tá 19 ára gamlileikari fyri tað mesta byrjaði á bonkinum.
Higartil í ár hevur tað gingið sum eftir ánni hjá 20 ára gamla Ari. ÍFhevur fult stigatal, og Ari Ellingsgaard hevur lagt upp til 4 av málunum hjáfuglfirðingum, meðan hann eisini hevur skorað 1 mál. Samstundis er hannleikarin við flestu uppleggunum í ár beint frammanfyri m.a. Hjalgrím Elttør, iðvar leikarin við flestu uppleggunum í fjør.
Niðanfyri er listin við leikarunum, ið hava fleiri enn eittupplegg eftir trý tey fyrstu umførini:
1. Ari Ellingsgaard (4 upplegg)
2.-3. Hjalgrím Elttør (3 upplegg)
2.-3. Tór-Ingar Akselsen (3 upplegg)
4.-7. Lukasz Cieslewicz (2 upplegg)
4.-7. Páll A. Klettskarð (2 upplegg)
4.-7. Filip Djordjevic (2 upplegg)
4.-7. Símun Samuelsen (2 upplegg)




