Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ari Ó. Ellingsgaard hevur skrivað undir við Effolið

Jákup Ósá

Nú er greitt, hvar Ari Ó. Ellingsgaard spælir í 2018.

24 ára gamli Ari Ó. Ellingsgaard heldur ikki fram í ÍF.

Ari Ó. Ellingsgaard sigur við Norðlýsið, at hann hevur gjørt sáttmála við eitt felag úr Effodeildini fyri kappingarárið 2018. Hann vil tó ikki siga, hvat felag talan er um. Sostatt er heilt vist, at 24 ára gamli álopskendi leikarin ikki heldur fram í ÍF.

Sum Norðlýsið skilir, so er talan um um EB/Streym, sum hevur ognað sær evnaríka leikaran.

Ari er skrásettur fyri 169 dystir og 18 mál í Effodeildini. Hann hevur lagt upp til 33 mál seinastu 5 kappingarárini.