Skotskur miðil hevur Víkingin í samband við skotsku Premier League.
Tað er GlasgowTimes sum skrivar, at Kilmarnock missir sín liðskipara og høgra bakk, Stephen O’Donnell. Miðilin skrivar, at ein møguligur avloysari verður Ari Olsen, sum er høgri bakkur hjá Víkingi og U21 landsliðnum. Miðilin skrivar, at Ari er álopskendur, kropsliga væl fyri og hevur eitt langt innkast. Eisini verður sagt, at Ari hevur ein sáttmála, ið gongur út eftir hetta kappingarárið, og tí ikki kemur at kosta nakað.
Ari Olsen og Víkingur møta KÍ í Klaksvík í annaðkvøld kl. 19.00.


