Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir

Norðlýsið

Mjølnir hevði aðalfund í lærarastovuni á Skúlatrøð í gjár. Yngri kreftir taka við, felagsskapurin er góður. Fyri framman eru Oyggjaleikirnir í 2027 og Mjølnir fyllir 50 ár í 2028

 

Í formansfrágreiðingini gleddist Jóhann Lützen um góðu gongdina í felagnum. Fleiri og fleiri børn og ung venja flogbólt og úrslitini eru góð. Kvinnurnar vunnu steypakappingina og menninir hildu ein vinnarasteðg. Sera nógv hjálparfólk eru fús, at rætta eina hond til ymsu uppgávurnar uttanfyri vøllin. 

Rokniskapurin var góðkendur við nøktandi úrsliti. 

Nevndarval var á skrá og fyri vali stóðu Jóhann Lützen, Bjarki Vágstún og Marjun Kalsø. Jóhann og  Bjarki tóku ikki við afturvali, Marjun tók við afturvali. 

Nýggj í nevndina vóru vald Ari Samson og Ingibjørg Müller. Nevndin skipaði seg eftir fundin og sær nevndin nú soleiðis út

  • Ari Samson, formaður
  • Marjun Kalsø, næstformaður
  • Vera Larsen, kassameistari
  • Ingibjørg Müller, skrivari
  • Gaja í Brekkuni, nevndarlimur

Eykalimir eru Evi Maria Josephsen og Jóhann Lützen.