Víkingur og NSÍ eru sett í sambandi við Ara Ó. Ellingsgaard
Tað ljóðar at lið hava áhuga at fáa fatur á ÍF leikarunum, sum bæði í ár og í fjør legði upp til flest mál.
Ari Ó. Ellingsgaard hevur lagt upp til 7 mál og skorað 3 mál í ár hjá fuglfirðingum í Effodeildini. Sáttmálin hjá 22 ára gamla vonginum gongur út eftir hetta kappingarárið. Ari sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur tosað eitt sindur við onkur feløg, men vil ikki seta navn á og leggur dent á, at hann tekur støðu eftir kappingina, hvar hann spælir næsta ár.
Sum Norðlýsið skilir, so eru tað lið í Eysturoynni, sum hava havt samband við Ara. Víkingur og NSÍ eru nevnd í leysasøgunum, men hetta er ikki váttað.




