Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árið sær út til at fara at hilnast rættiliga væl í Fiskivinnuni

John William Joensen

Veiðivirðið sær út til at fara at vaksa við 18 prosentum í mun til árið í fjør, ið hevði ein øking uppá 11 prosent.

Økingin er úr 1,7 milliardum krónum til góðar 2,1 milliardir krónur, svarandi til góðar 300 milliónir krónur. Tølini eru mett og eru hesar metingar av árinum grundaðar á verulig hagtøl hjá Reiðarafelagnum uppgjørd ultimo november í ár. 



Veiðinøgdin vaks við umleið 8 prosentum. Og bera vit saman við undanfarna ár, so er tað ein øking uppá 13 prosent meira enn árið frammanundan, sum hevði eina minking uppá 5 prosent. Gongdin seinastu árini hevur verið henda, at sjálvt veiðivirðið er økt progressivt – tað vil siga lutfalsliga meira – í mun til økingina av veiðinøgdini, og skildast hetta, at kiloprísurin hevur fyri stórum vøkstri hesi seianstu árini. 



Vøksturin í veiðivirði er serstakliga hjá Fabrikstrolarunum, har virðið er økt heili 32 prosent í mun til árið 2005. Eisini nótabátarnir hava eina markanta øking, nevniliga 35 prosent í mun til 2005. Línubátarnir hava eina framgongd uppá 7 prosent í veiðivirði, hóast tonsatalið er nøkurlunda tað sama sum ári í fjør. Umleið sama veiðinøgd verður í ár hjá Partrolarunum hóast veiðivirðið er økt munandi, nevniliga við 13 prosentum. Afturgongd hevur verið hjá Lemmatrolarum og garnaskipum við umleið 7 prosentum, hvat veiðivirði viðvíkur. Garnaskipini eru tvey færri, enn undanfarin ár, og onkur lemmatrolari hevur ikki verið úti alt árið. Rækjuskipini eru nú bert trý í tali, har tvey av teimum bert hava fiskað ein part av árinum.