Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arkitektakapping: Freistin longd

Tórshavnar Kommuna

Tórshavnar kommuna skrivaði í januar út arkitektakapping um miðbýin. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum vórðu boðin at taka lut í kappingini.

Tórshavnar kommuna skrivaði í januar út arkitektakapping um miðbýin. Allir arkitektar og øll arkitektavirki í Føroyum vórðu boðin at taka lut í kappingini.

Í siðstu viku sendi Arkitektafelag Føroya, vegna limir í felagnum, kommununi áheitan um at leingja freistina fyri evstamark at lata uppskot inn. Kommunan hevur gjørt av at ganga umbønini á møti og at leingja freistina við 10 døgum. Uppskotini skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 5. mai 2014 kl. 16.00.

Endamálið við arkitektakappingini er at tryggja byggilistarligu kósina í miðbýnum nógv ár fram í tíðina.

Kappingin hevur stóran týdning fyri býin, og dentur er tí eisini lagdur á at fáa dómarar við nógvum royndum. Dómararnir eru Gunnar Hoydal, sum í nógv ár var býararkitektur í Tórshavn, føroyski arkitekturin Turið Mohr, sum arbeiðir í Danmark, og danski professarin á Københavns Universitet, Ellen Marie Braae, sum hevur granskað innan býarskipan, og sum hevur drúgvar royndir sum dómari í arkitektakappingum.

Tórshavnar kommuna miðar eftir, at almannakunngera úrslitið av kappingini 22. mai 2014. Stutt eftir almannakunngerðingina verður skipað fyri almennari framsýning í Müllers Pakkhúsi við øllum uppskotum, ið komin eru inn.