Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arkitektarnir samráddust við og innteknaðu ynskir frá privatum fyritøkum í Sjóvinnuhúsið

John William Joensen

Hóast Tórshavnar Kommuna í frágreiðing til Kommunala eftirlitið greiður frá at íløgan á 100 mió. kr. í nýbyggingina av Sjóvinnuhúsinum varð gjørd fyri at tryggja kommununa móti tapi, so vísa skjøl sum Norðlýsið hevur fingið innlit í at boðini til Arkitektarnar vóru púra greið – at skapa ein vinnubygning sum skuldi leigast vinnufyritøkum. Arkitektarnir greiða frá at teir hava inntekna ynskir frá privatum fyritøkum í sjálvan bygningin

Tann 18. Juli 2013 verður skipanaruppskot latið Tórshavnar Havn og vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð av nýggja Sjóvinnuhúsinum og arkitektarnir skrivað m.a.:

SNA arkitektar:

VISIÓN: Tórshavnar Havn hevur í samskiftinum greitt frá ynskinum, um at skapa eitt kveikjandi umhvørvi til fyritøkur við líknanandi avbjóðingum, innanfyri tí maritimu vinnuna. Hugmyndin er at hesar fyritøkur fáa felags fyrimunir av at verða í sama bygningi.

Uppskotið leggur upp til at smærri fyritøkur deilast um ávísar felags funktiónir, so sum fundarhølir, prent, kantinu o.s.fr…..

Leigumál: Alt eftir tørvi og stødd av fyritøkum verður bygningurin deildur upp í leigumál við ymsum krøvum til góðsku ….. skipað varð fyri viðtalum við verandi leigarar í bygninginum. Hesir leigarar hóska væl inn í visiónina um maritima tilknýtið. ….

… upplýsingar frá viðtalinum við fyritøkur eru brúktar sum vegleiðing til innrætting av einstøku hæddunum….

Nýggir leigarar: Ímeðan arbeitt hevur verið við skipanar-uppskotinum, eru SNA kunnaði um tríggjar møguligar framtíðar leigarar:

1) Matstova: SNA var saman við Tórshavnar Havn á fundi við fyritøku, sum hevur áhugað í at reka matstovuvirksemi í bygninginum.

2) Reiðarríð: Fundur var eisini við eitt størri reiðarí, sum hevði ynski um at fáa siloina til sítt virksemi……

3) KT veitari: Tórshavnar Havn hevur boða frá at sannlíkindi eru fyri at ein størri fyritøka inna KT verður framtíðar leigari í bygninginum. Talan er um eini 70 arbeiðspláss + stórt lagur. Hendan fyritøka er inntekna á 2. Og 3. Hædd….. samráðingar eru framvegis við nýggjar leigarar men enn eru avtalur ikki gjørdar

.

LES MEIRA HER