Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arkitektavirkið hjá Ósbjørn Jacobsen vann kappingina um mentanarhúsið í Klaksvík

Helgi Abrahamsen

Arkitektavirkið hjá Ósbjørn Jacobsen hevur vunnið kappingina um at tekna nýggja mentanarhúsið í Klaksvík. Tað varð avdúkað á samkomu í býráðshøllini seinnapartin í dag.

Arkitektavirkið hjá Ósbjørn Jacobsen hevur vunnið kappingina um at tekna nýggja mentanarhúsið í Klaksvík. Tað varð avdúkað á samkomu í býráðshøllini seinnapartin í dag.

Fýra føroysk arkitektafeløg vóru biðin um at gera hvør sítt uppskot til at umbyggja verandi posthús við einum uppíbygningi. Øll uppskotini vórðu víst fram á samkomuni, og vinnarin varð kosin.

Klaksvíkar Býráð keypti  posthúsið fyri nøkrum árum síðani við teirri ætlan, at tað skuldi nýtast til at hýsa mentanarligum tiltøkum í Klaksvík. Eisini skal býráðið sjálvt nýta bygningin til býráðssal.

Arkitektafeløgini ið luttóku í kappingini vóru: FuglArk, Map Arkitektar, Ósbjørn Jacobsen og Arkitektar99.