Leygardagin 22. juli skipar Treysti, saman við bóndahjúnunum, Jastrid og Símun Gullaksen, í Uppistovu í Hattarvík, fyri Fugloyarrenning. Hetta er fjórðu ferð, at renning verður fyriskipað í Fugloynni.
Runnið verður úr Hattarvík til Kirkju og aftur til Hattarvíkar. Tilsamans er teinurin góðar 10 kilometrar og hevur ein mesta stigning uppá góð 10 prosent, so hóast teinurin ikki er so ógvuliga langur, er talan um eina spennandi avbjóðing. Náttúruvakra Fugloyggin, okkara eystasta oyggj, er ein spennandi uppliving og um ein ikki megnar at renna teinin, kann man ganga og njóta túrin.
Umframt sjálva renningina, so er annað gott á skránni og er alt íroknað tí sokallaða startpakkanum.
Niðanfyri sást skráin og hvat er við í startpakkanum.
Skrá:
08:45 Fráferð úr Hvannasundi við “Rituni” til Hattarvíkar
10:00 Koma til Hattarvíkar
10:10 Heintað startnummar
10:25 Renning byrjar. Teinurin er góðar 10 kilometrar fram og aftur. Møguleiki er sjálvandi eisini at ganga teinin
12:00 Suppa, te, kaffe, kakur umframt leskandi drykkir og frukt
13:00 Gongutúrur niðan á Eystfelli. Øll fáa ein góðan matpakka við, sum verður notin uppi á Knúki. Hesin túrður tekur uml. 2 tímar
14:00Frásøgutúrur í bygdini, vitja kirkjuna vm.
15:00 Gongutúrður út á Egg. Hesin túrður tekur uml. ½ tíma
16:00 Fráferð úr Hattarvík til Hvannasund
17:15 Koma til Hvannasund.
Freistin at melda til er mikudagin 19. juli kl. 24:00
Kostnaðurin fyri vaksin (f.1999 ella fyrr)………….. kr. 495,00
Kostnaðurin fyri børn (f.2000 ella seinni)…………. kr. 245,00
Íroknað kostnaðin er luttøkugjald, ferðing, matur, drekkivørur, ferðaleiðarar vm.
Spurningar vm. kunnu setast til Guttorm Sørensen á telefon 230210 ella Símun Gullaksen á telefon 217055.
Tilmelding fer fram umvegis fylgjandi leinkju: Fugloyarrenning 2017
Heimasiðan hjá Uppistovugarðinum er her: http://www.uppistovugardur.fo
Myndir frá 2015: Fugloyar Renningin 2015
Myndir frá 2014: Fugloyar Renningin 2014




