Dagar: 14.2–28.2–mars (dagur kemur)
Útbúgvinin varð útsett 14 dg. vegna veður, so tú nært tað enn! Er bert eina ferð um árið! Tekna teg nú á synergi.fo
3 dagar, 3 modul, so er vitanin og próvið í hús
Uppá bara 3 dagar (3 modul) fært tú bæði eitt gott yvirlit og eitt HR-løgfrøði prógv!
Modul 1 | 14. februar 2024 | 09.00 – 16.00
Modul 2 | 28. februar 2024 | 09.00 – 16.00
Modul 3 | Ein dag í mars (vegna veður varð útbúgvingin útsett 14 dagar, undirvísingardagur modul 3 verður endaliga ásettur saman við luttakarunum fyrsta undirvísingardag)
Livandi undirvísing við feskum dømum úr Føroya rætti
Við Sigmundi Poulsen sum undirvísara, verður undirvísingin ongantíð keðilig. Altíð fesk dømi úr Føroya rætti, so tú veruliga kanst fyrihalda teg til tað, tú lærir.
Tú fært eisini høvi at spyrja inn til konkret dømi.
Ert tú stjóri ella leiðari, og følir tú teg við hvørt uppá herrens mark?
Tí tað eru so nógv løgfrøðislig viðurskifti í sambandi við starvsfólkini, sum tú ivast í?
Kom við til hesa populeru og ikki minst viðkomandi útbúgvingina, har tú fært skil uppá allar møguligar reglur, sum tú kanska dagliga ivast í, tá tað kemur til starvsfólkaøkið.
Útbúgvingin er viðkomandi hjá bæði privatum og almennum stjórum og leiðarum.
Hvat siga luttakararnir?
“Serliga gott var, at skeiðsmaterialið er lætt at brúka og at Sigmund tosar “uden omsvøb”. Tað er greitt, tað hann kemur við, og veit hann ikki, so sigur hann tað heldur enn at gita okkurt”.
Ulla Joensen, Elektron
“Stórur partur var sera viðkomandi og tað var meiri spennandi, enn eg hevði roknað við”.
Ólavur Asafson Olsen, KJ-Hydraulik
“Alt var áhugavert og gott. Gott at verða saman við ymiskum fólkum frá ymiskum arbeiðsplássum, tí nógv verður diskutera frá upplivingum frá tí dagliga arbeiðsdegnum hjá teimum ymisku.”
Súsanna Simonsen, Pf. Poul Michelsen
Tekna teg nú á www.synergi.fo ella ring til Synergi, tlf. 322355



