Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árliga jólasølan á Brekku

Hannefíða Joensen

Í morgin, leygardagin 19. nov., hevur Verksataðið á Brekku ta árligu jólasøluna.

Í morgin, leygardagin 19. nov., hevur Verksataðið á Brekku ta árligu jólasøluna.

32 fólk sum øll hava skerdan arbeiðsførleika orsaka av menningartarni ella øðrum avmarkingum, arbeiða á verkstaðnum. Arbeiðið er skipað í mun til førleikarnar hjá einstøku arbeiðsfólkunum, og 12 starvsfólk taka sær av teimum. Hesi arbeiða tó ikki øll fulla tíð.

“Ymiskt er hvussu hesi fólkini eru fyri. Nøkur eru sum skulu hava hjálp til næstan alt, meðan onnur eru rættiliga sjálvbjargin,” sigur Poulina Johannesen, leiðari. Hon heldur tó at hendan samansetingin riggar væl.

Norðlýsið var mánadagin á vitjan á Verkstaðnum á Brekku. Í niðaru hæddini er Træverkstaðið, har millum annað plattar til fiskavirkini verða smíðaðir. Plattarnir er størsta framleiðslan sum er í húsinum, men eisini kassar til Føroya Bjór o. a. verður gjørt á Træverkstaðnum. Sølubúðin er eisini í niðaru hæddini.

Í ovaru hæddini eru fólk sum tekna, binda, brodera o.s.fr. Har hevur seinnu árini eisini verið tilboð til ein annan bólk av brúkarum, sum einki tilboð var til frammanundan.

Hóast nógv verður framleitt á Verkstaðnum á Brekku, so er høvuðsendamálið við verkstaðnum ikki framleiðsla og søla.

“Okkara fremsta endamál er at halda hesi fólkini virkin og royna at menna tey,” sigur Poulina Johannesen.


Jólasølan leygardagin verður á Brekku frá klokkan 10 til 16.