Árliga Visit Faroe Islands tiltakið byrjar í dag, hósdagin 30. apríl. Hetta er 10. árið á rað, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál.
Í fjør komu 40 útlendskir gestir á vitjan, og í ár eru 65 komnir til landið. Í ár eru fleiri umboð úr okkara grannalondum, umframt nýggir gestir úr millum annað Sveis, Hollandi, Spania og Litavia.
Tiltakið er liður í arbeiðinum at víðka um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta, er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroyar, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.
Tiltakið verður sparkað í gongd í kvøld, tá ið umboð frá ferðavinnuni og útlendsku gestirnir hittast umborð á Norrønu. Fríggjadagin verður workshop í Norðurlandahúsinum, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum. Fríggjakvøldið er døgurði, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.
Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.




