HB hevur toppskjúttan við aftur fyri fyrstu ferð í fleiri vikur.
Hóast Arnbjørn T. Hansen bara hevur spælt 436 minuttir í Effodeildini, so er hann saman við Levi Hanssen toppskjútti hjá HB við 4 málum. Arnbjørn fekk ein vøddaskaða móti Giza7Hoyvík og hevur ikki spælt seinastu vikurnar. Men Heðin Askham, venjari hjá HB, váttar, at Arnbjørn er tøkur aftur.
– Hann er tøkur aftur, men byrjar neyvan ikki, nú hann hevur verið skaddur í eina tíð. Annars hava vit allar mans tøkar. Eisini Bartal Wardum og Andrew av Fløtum, sigur Heðin.
HB venjarin sigur, at KÍ er eitt lið, sum passar væl til HB og tí hevur havnarliðið fingið góð úrslit móti klaksvíkingum seinnu árini.
– Summi lið passa betri til eitt lið enn onnur og soleiðis er tað bara í fótbólti. KÍ vísir seg at passa væl til okkum og tað er eitt lið, sum vit dáma væl at apæla ímóti. Hetta plaga at vera góðir fótbóltsdystir. Men KÍ spælir eitt sindur øðrvísi í ár enn teir plaga. Tað er meira við góðari organisatión og við at satsa uppá deyðbóltar, men eg vænti ein góðan og spennandi dyst, sigur Heðin Askham við Norðlýsið.




