Nógv bendur á, at Arnbjørn T. Hansen er tann leikarin í føroyskum fótbólti, sum oftast hevur skorað ímóti KÍ.
Dagsins tvey mál vóru hansara nummar 19 og 20 ímóti KÍ í landskappingini í bestu deildini. So nógv mál hevur eingin leikari skorað ímóti KÍ av teimum, ið vit hava kannað á FaroeSoccer og tað eru allir leikarar, ið hava skorað 100 mál ella fleiri í bestu deildini. Næstur á listanum eru Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og Uni Arge.
Skorað flest mál móti KÍ:
1. Arnbjørn T. Hansen 20 mál
2. Jákup á Borg 17 mál
3. Uni Arge 16 mál
4. Fróði Benjaminsen 16 mál




