Arne Nørrevang varð føddur í Jútlandi tann 10. juli 1933. Nú hann doyði, tann 17. juni 2013, vóru bara 3 vikur, til hann hevði fylt 80 ár.
Pápi Arna, ið doyði, tá Arne var 6 ára gamal, var danskur, meðan mamman var úr Fuglafirði. At Arne hevði eina føroyska mammu hevði við sær, at hann vitjaði familju í Føroyum longu sum smádrongur – bæði áðrenn seinna heimsbardaga og í 1946-49. Her lærdi Arne føroyskt og fekk eisini áhuga í fuglalívið – ein áhugi ið fylgdi honum alt lívið, og sum helst førdi við sær, at hann búsettist í Føroyum fyri tretivu árum síðani, í 1983.
Sjófuglur og smádjór í sjónum høvdu hansara stóra áhuga, og tað er eisini innan hesar djórabólkar, at hansara vísindaliga arbeiði hevur verið. Ein listi yvir øll avritini hjá Arne Nørrevang er at síggja í: The marine mollusca of the Faroes, ið kom út í 2005. Listin vísir, at ein triðingur av hansara greinum eru skrivaðar úr føroyskum tilfarið. Bókin inniheldur eisini eina heilsan til Arne.
Í 1983 var Arne settur sum djórafrøðingur á Náttúrugripasavninum, og fór undir tað slóðbrotandi arbeiði at stovna BioFar verkætlanina, ið kom at húsast í Kaldbak. Her var havbotnurin millum 100-1000 meturs dýpi kannaður. Seinni kom FarCos kanningin, ið gekk frá strondini og út til 100 meturs dýpi.
Tey seinastu tíggjuárini eru fleiri lívfrøðingar settir at arbeiða í Føroyum, og enn eru nógv ónomin økir at kanna. Her kemur arbeiðið hjá Arne, við botndjóralívinum kring Føroyar, at verða eina standandi súla.
Aftaná Arne var farin frá sum leiðari av BioFar stovninum í 2000, kom hann hvønn dag yvir á Djórasavnið í Fútalág at eta morgunmat samman við okkum. Og tað var ikki hissini at hava ”eina gamla rottu” at kunnu kjakast fakliga við. Vit saknaðu hann, tá heilsan bilaði, og hann ikki longur kom yvir til okkara.
Friður verið við minninum um Arne Nørrevang.
Dorete Bloch




