Atli S. Justinussen, formaður í ÁRF, sigur, at hóast gott úrslit til ódnartøkini í dag, so verður kappingin hørð í ár.
Atli S. Justinussen, formaður í ÁRF, sigur, at tað er ein manning úr høvuðsstaðnum, sum rør við Árnfirðingi í ár.
Árnfirðingur róði til ódnartøkini í dag og væl gekk. Hjá 8-mannaførum vóru bara tveir bátar, men Árnfirðingur vann greitt á Miðvingi. Atli S. Justinussen er formaður í ÁRF og hann sigur, at hóast manningin er úr høvuðsstaðnum, so koma teir at rógva fyri ÁRF.
– Tað er ein manning úr høvuðsstaðnum, sum kemur at rógva við Árnfirðingi í ár. Men vit hava ikki leigað bátin út, teir rógva fyri ÁRF. Tað verður væntandi ein hørð kapping til FM kappingarnar í ár, har fimm bátar fara at luttaka. Argjabáturin var ikki við til ódnartøkini í dag, men hann er favorittur at vinna FM í ár, sigur Atli S. Justinussen við Norðlýsið.
Mynd: arf.fo (savnsmynd)




