Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árni Dahl er ikki ein havtaska

John William Joensen

Árni er óførur – men hann má læra seg at virða onnur sjónarmið enn síni egnu

Sjúrður Skaale

Í august skrivaði Árni Dahl eitt lesarabrævi móti mær í sambandi við spurningin um alfabetið. Tá royndi hann at geva fólki ta fatan, at eg havi sjónarmið og ætlanir, sum eg als ikki havi. Spurdi m.a. hvat tað næsta bleiv: "Skal løgtingið lóggeva, um børn skulu rættast, skriva tey fimleikur fyri gymnastik ella sjónvarp fyri fjernsyn?"

Eg bað hann koma við sakligum grundgevingum í staðin fyri slíkum tvætli.

Tað gjørdi hann ikki – men í gjár hevur Árni aftur eina grein. Og stílurin er tann sami. Hann illgitir. Kallar. Heingir falskt spjaldur á fólk, sum hann ikki er samdur við. Roynir at sáa- og nøra um fordómar.

Hann leggur fyri í yvirskriftini: "Við Sjúrði Skaale og sprokforeiningini aftur til KØBENHAVN".

Og so skrivar hann um meg og onnur, at "Tað er okkurt hjartanemandi við hesum fólkunum, ið ynskja seg aftur til tíðina, tá ið danskt embætisvald ráddi fyri, hvussu føroyskt skuldi skrivast, og tá ið danskir prestar førdu kirkjubøkur í Føroyum."

Eisini sigur hann at "Helst vilja tey innast inni hava okkum at skriva København ella ið hvussu so er Kjøpinhavn fyri Keypmannahavn."

Eg veit ikki um nakar hevur hesi sjónarmið, men eg kenni so ongan…

Punthavn…
Árni endurgevur úr skaldsøguni Bábelstorninum. Men tá eg lesi rennur mær til hugs eitt brot úr eini aðrari skaldsøgu, "Leikum fagurt" hjá Heðini Brú:

Punthavn, blaðstjóri á sjálvstýrisblaðnum Bergmáli, hevur sagt, at Buck, blaðstjóri á sambandsblaðnum Dagens Emne, er "eitt hýggj, sum øll menniskju mugu vamlast við".

Og Buck hugsar: "Nú galt um at finna okkurt verri enn hetta. Men hvat var verri? Súrga, bláruna, orr, hark (…). Men hetta var so mangan sagt, at tað beit ikki á longur. Men so rann honum í hug orðið havtaska – "Punthavn blaðstjóri er ein havtaska, eitt dýr sum er næstan berur kjaftur". Hetta var gott," helt Buck – ikki sørt stoltur av sær sjálvum.

Má virða onnur
Orðalagið millum tann liberala og tann konservativa vongin í føroyska málkjakinum minnir stundum ikki sørt um kjakið millum Beck og Punthavn.

Og Árni er tíverri millum teirra, sum grevur skotgravir heldur enn at skapa dialog.

Onnur kundu givið honum av somu skuffu. Kundu t.d. kallað hann fanatiskan purist. Ella Árni Húðaskógvur. Árni Tarajaglari. Ella, sum Buck helst hevði gjørt: Havtasku-Árni.
Men slíkt hevur einki gott við sær. Og Árni Dahl er heldur eingin havtaska. Hann er ein íðin maður, sum á ymsan hátt virkar til frama fyri menningini av føroyskum máli. Hugsi eisini vit eru rættiliga samdir í flestu spurningum.

Men Árni Dahl má læra, at tað ber til at vilja føroyskum máli væl fyri tað, um ein ikki er samdur við honum í einum og øllum. Hann má læra at virða onnur sjónarmið.

Og hann má læra, at hann vinnur fólk fyri síni søk við at argumentera fyri síni søk. Ikki við at illgita um tey, hann er ósamdur við.

Sum Árni skrivar í løtuni, fær hann ongan í sín part.

Harleyfacadeacryl