Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árni Gregersen: Um nýggja landsliðsvenjara: Umráðandi at finna rætta mannin

John William Joensen

og so kann tað vera líkamikið um tað er útlendingur ella føroyingur, sigur kendi Landskrona-sjónvarps-speekarin, Árni Gregersen

Árni Gregersen, sum seinastu árini hevur starvast sum stjóri hjá TV2  á Bornholm, sigur at hann als ikki kann taka undir við at tað skal hava nakran sum helst týdning at maðurin nýggi landsliðsvenjarin skal vera føroyingur.
Føroyingar hava lyndi til at halda at alt í Føroyum er nakað serligt.
Fótbóltur er ein altjóða ítrótt, og tí kann tað vera líkamikið um nýggi landsliðsvenjarin verður føroyingur ella útlendingur.
Tað sum hevur týdning er at tað verður tann rætti maðurin og her haldi eg at tað má vera ein sum dugur at brúka tann føroyska mentalitetin.



– Eg eri samdur við teimum sum halda at Jóhann Nielsen er eitt gott boð, tí tað er eingin ivi um at hann er besti venjarin, sum nakrantíð í Føroyum og tá meini eg baði við útlendingar og føroyingar.