Hagtølini siga, at NSÍ eigur bæði besta álopsleikara og besta vong í Effodeildini í ár.
Hagtølini siga, at NSÍ eigur bæði besta álopsleikara og besta vong í Effodeildini í ár.
Í gjár vístu vit á, at bæði Klæmint A. Olsen og Finnur Justinussen útfrá hagtølunum kanska áttu at verið úttiknir til A-landsliðið. Tí teir hetta kappingarárið hava verið nógv meira sannførandi í at skora ella leggja upp til mál enn fleiri av A-landsliðsleikarunum. Men hyggja vit eftir vong leikarum, so er ein annar NSÍ leikari, sum skarar framúr og sum kann vænta sær A-landsliðsboð skjótt. Kanska longu innan eina viku, um onkur skaði kemur á A-landsliðnum. Tí við úttøkuni av Sølva Vatnshamar sóu vit, at góð avrik í Effodeildini kunnu lønast við úttøku, hóast leikarin kanska ikki hevur so nógvar A-landsliðsroyndir. Árni Frederiksberg hevur seinastu trý árini verið millum mest eyðsýndu leikararnar í føroysku kappingini, har hann í miðal hevur ligið um 20 mál/upplegg hvørt kappingarár. Í ár er hann tann av teimum álopskendu miðvallaleikarunum í Effodeildini, sum hevur best hagtøl, um hugt verður eftir málum og uppleggum. Hans Pauli Samuelsen liggur eins og Árni á 19 málum/uppleggum, men har skal havast í huga, at 5 av málunum eru skorað uppá brotsspørk. Árni var ein av teimum mongu leikarunum, sum móti Montenegro spældu sín seinasta U21 landsdyst.
Hagtølini hjá Árna Frederiksberg seinastu trý árini í Effodeildini tala fyri seg:
2012: 7 mál og 11 upplegg í 2216 minuttum
2013: 8 mál og 14 upplegg í 2260 minuttum
2014: 10 mál og 9 upplegg í 1993 minuttum




