Kendi KÍ miðvallarin, sum higartil í ár hevur leikt við ÍF, er nú aftur í KÍ.
Sum Norðlýsið skilir eru møguleikar fyri at Arnold verður hann partur av hópinum hjá KÍ til toppdystin í Klaksvík leygardagin, tá EB/STR og KÍ bresta saman á Djúpumýru.
Talan verður um ein rættuligan toppdyst tá KÍ, sum í løtuni liggur á øðrum plássið, møtir oddaliðnum úr Eysturoynni.
Dysturin verður leygardagin kl. 17:00 á Djúpumýru.




