Nú Jan Andreasen, Eyðun Klakstein ella Allan Joensen eru í hópinum er Arnold Joensen bráddliga vorðin elsti maður
30 ára gamli Arnold Joensen verður elsti maður i hópinum, sum í kvøld skal spæla á Skála.
– Eg fari altíð við góðum vónum til dyst og tað er einki at ivast í at vit hava nakað at prógva í kvøld.
– Tapið sunnudagin mugu vit leikarar taka á okkara kappa. Eg trúgvi fult og fast upp á at vit eru nógv betur enn vit vístu sunnudagin og tað eigur at koma til sjónar á vøllinum í kvøld.
– Tíanverri mugu vit vera nakrar stammuleikarar fyri uttan til dystin móti Skála, men so mugu teir leikarar, sum fáa møguleikan í kvøld, prógva at teir eru nóg góðir at spæla á 1.liði.
– Vit mugu fáa stig burtur úr, tí um vit tapa aftur í kvøld verður fjarstøðan fram í oddin alt ov long, sigur ein avgjørdur Arnold Joensen, sum í kvøld verður ellis-forseti á KÍ-liðnum fyri fyrstu ferð.




