– Ja, eg fari at gera eina roynd! Soleiðis ljóðaði tað stutta, men greiða svarið frá Arnoldi Joensen, sum í ár er byrjaður at venja frá fyrsta degi saman við hinum í Formulahópinum.
Hann er føddur tann 11. desember 1974, so hann er fyri stuttum blivin 34 ár.
Sostatt var hann bert 16 ára gamal í 1991, tá ið hann debuteraði í bestu fótbóltsdeildini, sum tá æt 1. deild.
Og tað var ikki smávegis debut, tí hetta árið var tað júst Arnold, sum vendi kappingarárinum hjá KÍ í dystinum í Havn ímóti B36, sum tá var suverent á odda í landskappingini.
Tann dagin gjørdi tann tá blaðungi Arnold ikki færri enn tvey mál fyri KÍ í einum dysti, har hann var ansaður av Tummas Eli Hansen, sum tá var ein av bestu verjuleikarum á A-landsliðnum!
Jú, tað vóru dagar, sum bæði KÍ-fjepparar og Arnold sjálvur munnu minnast væl, hóast hann als ikki er maðurin, sum rópar hart um síni avrik.
Tað, sum Arnold man vera einamest kendur fyri á KÍ-liðnum, er sum álopskendur høgri vongur, sum við nógvari ferð og góðum teknikki kann geva mótstøðuleikarum meir enn nóg mikið at hugsa um í verjuni.
Ikki hevur hann skotið tey nógvu málini, heldur hevur hann havt fleiri upplegg úr síðuni til mál, sum aðrir hava gjørt.
Hinvegin hevur Arnold gjørt nøkur sera týdningarmikil mál fyri KÍ, sum hava verið avgerandi fyri bæði føroyameistaraheiti og steypafinalu.
– – –
Í 1991 gjørdi Arnold eitt sera flott mál í tí avgerandi dystinum um føroyameistaraheitið. Hetta var aftur ímóti B36, hesaferð á heimavølli, har áskoðaratalið til dyst í Klaksvík setti met við 2200 gjaldandi áskoðarum!!
Í 1994 var KÍ í steypafinaluni ímóti B71, har KÍ vann 2-1. Arnold gjørdi tað seinna málið fyri KÍ og tryggjaði KÍ harvið løgmanssteypasigurin tað árið.
Og í 1999 skoraði Arnold aftur í eini steypafinalu. Ta ferðina var tað ímóti B36, har KÍ vann 3-1, og Arnold gjørdi tað triðja málið fyri KÍ, sum endaliga avgjørdi ta finaluna.
– – –
Hetta er nú sjálvandi søga og góð minnir. Arnold er nú meira enn dupult so gamal, sum hann var, tá ið hann sum 16 ára gamal debuteraði fyri KÍ í 1991.
Men royndirnar hevur hann nógvar sum fótbóltsspælari, og tað er tí bæði áhugavert og spennandi, at hann í ár hevur sett sær fyri at gera nakað við fótbóltin í KÍ, sum í løtuni hevur tørv á øllum góðum kreftum til sítt besta lið í Formuladeildini.
Teir ungu mennast sjálvandi alla tíðina, og framtíðin er teirra, men eitt Formulalið, sum skal klára seg og hava stabilitet og breidd, hevur aloftast brúk fyri einari samanseting av leikarum í ymsum aldri og rutinu og við ymiskum førleikum.
Enn er sjálvandi ilt at meta um, hvussu tað fer at taka seg út hjá Arnoldi og hjá liðnum annars í ár, men givið er, at um Arnold kemur í fullgóða venjingarstøðu og sleppur undan skaðum, so verður hann eitt áhugavert kort afturat hjá Formulavenjarunum báðum, Jákup Mikkelsen og Alexandar Djordjevic.




