Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsaðalfundur hjá Sinnisbata

John William Joensen

Felagið Sinnisbati hevur ársaðalfund leygardagin 2. februarkl.15.00. Fundurin verður í Gula húsiðNiels Finsensgøta 32.

1. Sjúkrarøktarfrøðingarnir Birita Clementsen, Oddbjørg Johansen og Marjun Biskupstøð greiða frá granskingarverkætlanini “Sjúkuílegur innan psykiskar sjúkur hjá føroyingum.”

2. Lítil steðgur

3. Aðalfundur við skrá sambært viðtøkum felagsins.

4. Kaffi og ábit

Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 7 dagar áðrenn aðalfundin.

Fyri at fáa atkvøðurætt til aðalfundin mást tú gerast limur í felagnum innan 2. feb. 2013.

Eitt sindur um Sinnisbata

Sinnisbati er eitt áhugafelag, sum arbeiðir fyri at bøta um korini hjá fólki, ið hava sálarsjúku. Nøkur av endamálum felagsins eru:

1. at bøta um korini hjá fólki , ið hava sálarsjúku og teimum, ið hava fólk við sálarsjúku tætt uppat sær

2. at veita kunning um sálarsjúku kring landið

3. at fremja samstarv millum avvarðandi, stovnar, læknar og onnur, ið hava við fólk við sálarsjúku at gera í nærumhvørvinum

4. at stuðla fyribyrgjandi tiltøkum, gransking og øðrum, ið kann vera sálarheilsufremjandi

Møtið fjølment

Vit vóna, at nógv fólk koma til aðalfundin hjá Sinnisbata. Felagið hevur brúk fyri øllum góðum kreftum og vilja vit hervið heita á øll, ið á einhvønn hátt ynskja at stuðla felagnum og øll við áhuga fyri felagnum, fakliga ella persónliga, um at møta upp.

Gerst limur

Støðan hjá sálarsjúkum og teirra avvarðandi er als ikki nøktandi í Føroyum í dag. Sinnisbati er felagið, ið roynir at tryggja, at røddin hjá hesum yvirsædda bólki í samfelag okkara verður hoyrd. Fyri at økja um ávirkanina hjá felagnum er tað av alstórum týdningi, at felagið veksur og fær fleiri limir, tí saman orka vit meira enn hvør sær. Nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman, t.d. ætla vit at streingja hart á fyri at fáa eitt føroyskt Fountain House sett á stovn skjótast gjørligt. Um tú vilt vera við til at tryggja, at Sinnisbati verður eitt felag við veruligari slagkraft, til frama fyri sálarsjúk og teirra avvarðandi, melda teg so sum lim í felagnum við at gjalda limagjald á konto: 9181-1330898.

Limagjaldskostnaður:

Lesandi/pensionistar 100 kr.

Einstaklingar 150 kr.

Hjún 250 kr.

Stovnar og fyritøkur 500 kr.